2022-05-08 23:27
Ronnie er aftur klárur við einum nýggjum sangi. Sangurin kallast ”Fyrrverandi Kongur” og snýr seg um ólukkuligan kærleika. Um tað at missa ein kæran, og um at finna seg sjálvan aftur.
Julian Andreasen, sum Ronnie hevur arbeitt saman við síðani ”Bygdafrell”, hevur framleitt og ljóðblandað sangin, og Dánial Gomez hevur sungið kór og lagt til rættis.
Eitt tónleikasjónband er gjørt til sangin, sum Allan Korsager Davidsen hevur gjørt.
Sangurin er ma. at finna á Youtube, Spotify og Apple Music.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald