Innanlands

Nýggjur sløkkiliðsbilur í Hvalba

Tað er nýggja felags brunaliðið fyri Suðuroyar norðari helvt, sum umfatar Tvøroyrar Kommunu, Hvalbiar Kommunu og Famjins Kommunu, ið hevur keypt væl útgjørda bilin

Sambært brandleiðarinum, Anfinn Leo Hammerfoss er hettar ein framhaldandi liður, í at menna felags brunaliðið í norðaru helvt í Suðuroy (Mynd: hvalba.fo)

Sambært brandleiðarinum, Anfinn Leo Hammerfoss er hettar ein framhaldandi liður, í at menna felags brunaliðið í norðaru helvt í Suðuroy (Mynd: hvalba.fo)

2023-01-01 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint fyri jól varð varð samstarvsavtala undirskrivað av borgarstjórinum í Tvøroyrar -, Hvalbiar - og Fámjins kommunu um felags tilbúgving

- Avtalan er hemila í tilbúgvingarlógini § 8, stk. 2, har  Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og Fámjins kommunu hava gørt av at hava felags tilbúgving til at útinna tær uppgávur, sum eru ásettar í tilbúgvingarlógini. Hesar tríggjar kommunurnar hava søguliga sæð leingi havt eitt gott samstarv á tilbúgvingarøkinum, sum nú verður dagført og formliga staðfest í samstarvsavtaluni.

Les eisini: Samstarvsavtala um tilbúgving í norðara parti av Suðuroynni

Nú hevur felags brunaliðnum fyri norðaru helvt av Suðuroynni keypt ein nýggjan sløkkiliðsbil.

Í royndi og veru keypti Hvalbiar kommuna bilin fyrr í ár, og hevur hann verið riggaður til í eina tíð, har millum annað sløkkiliðsúgerð er sett í bilin. Bilurin kemur at hava sítt fasta pláss í Hvalba, og hann er væl útgjørdur, skrivar hvalba.fo
 
- Bilurin er væl úgjørdur og hevur millum annað ein 500 liturs tanga við vatni og hátrýstpumpu við skúmanleggið. Eisini hevur hann kobling til at seta á brandpostarna umframt pláss til 2 roykkavararar í bilinum 

Sambært brandleiðarinum, Anfinn Leo Hammerfoss er hettar ein framhaldandi liður, í at menna felags brunaliðið í norðaru helvt í Suðuroy, skrivar hvalba.fo.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder