Terminal.fo hevur sett Levi Nybo í starv sum stjóra. Levi Nybo hevur seinastu 17 árini arbeitt á Føroya Tele sum vinnuráðgevi og við ábyrgd av terminaløkinum.
Við Levi Nybo og hansara drúgvu royndum innan gjaldsøkið, styrkir Terminal.fo um leiðsluna og leggur dent á víðari menning og vøkstur komandi tíðina.
Levi Nybo er kendur fyri sítt arbeiðssemi og avbera góðu kundatænastu - vit eru takksom fyri, at hava fingið hann til stjóra, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio, sum eigur Terminal.fo.
Sum stjóri, fær Levi Nybo ábyrgd av dagligu leiðsluni, strategisku menningini og at tryggja, at Terminal.fo framhaldandi veitir tænastur og loysnir á høgum støði til kundar og samstarvsfelagar.
- Eg gleði meg at taka næsta stigið saman við dugnaliga toyminum á Terminal.fo. Vit hava eitt gott grundarlag at byggja víðari á - og eg síggi stórar møguleikar fyri framhaldandi menning og vøkstri, sigur Levi Nybo.
Terminal.fo er ein føroyskur heildarveitari av gjaldsloysnum og er partur av Kodio samtakinum. Við setanini av Levi Nybo, tekur Terminal.fo eitt týðandi stig í víðari menningini av felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald