Fuglafjarðar býráð hevur sett Pól Adrian Poulsen, Tórshavn, í starv sum tekniskan leiðara í Fuglafjarðar kommunu.
Pól Adrian er 55 ára gamal, og hevur tikið útbúgving sum tekniskur assistentur, verkfrøðingur og maskinsmiðjur. Hann hevur fjølbroyttar royndir, og hevur seinastu 18 árini hevur starvast sum verkætlanarleiðari og projektverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu.
Pól Adrian hevur eisini starvast sum verkfrøðingur hjá Arnfinni Setberg, Tórshavnar Skipasmiðju og í entreprenørvinnuni hjá Dánjal Jacobsen, umframt at hann eisini hevur verið lærari á Tekniska Skúla í Tórshavn og verkætlanarleiðari og útviklari hjá Nomatek.
Pól Adrian byrjar í starvinum 1. september, skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald