Tungmálmsbólkurin Impartial, sum í ár veruliga hevur havt sítt gjøgnumbrot, hevur júst sent eitt nýtt staklag út.
Sangurin hevur heitið “We Are”. Sangurin varð tøkur á talgildu miðlunum 2. august, júst eitt ár eftir, at hann varð upptikin.
- “We Are” er ein nýggjur kapittul hjá bólkinum, har vit skifta ham, og tó eru í sama skugga, greiðir frontmaðurin og sangarin, Jákup Ólavsson, frá.
- Lagið er tungt, men eisini melodiskt. Teksturin er persónligur og fullur við gátum. Perman er eitt nýtt snið í mun til tað gamla, sum var meir nýmótans. Tann nýggja perman er ein partur av einum ''tema'', ið kemur at vera afturvendandi í framtíðar útgávum, sigur Jákup Ólavsson.
Síðani sangurin varð tikin upp, eru tveir nýggir limir komnir upp í bólkin, nevniliga Jógvan Johannesen á trummum og Bárður Eyðbrittarson á rútmugittar.
Impartial hava verið nógv á palli seinastu tíðina. Teir gjørdust nummar tvey í Sement-kappingini fyrst í mai mánaði. Síðani hava teir eitt nú havt væl eydnaðar framførslur á bryggjarínum OY, á G! festivalinum og nú um vikuskiftið á risastóra Wacken-rokkfestivalinum í Týsklandi.
Bjørn Askham eigur nýggja lagið, meðan Jákup Ólavsson hevur skrivað tekstin. Upptøkan fór fram í Kris-Stuff. Kristoffur Mørkøre stóð fyri upptøkunum, og Jacob Hansen hevur miksað og mastrað.
Tónleikararnir í upptøkuni eru: Jákup Ólavsson, sangur, Bjørn Askham, guittar, Oddmar Hermansen, bass, Benjamin Hansen, trummur. Jákup Ólavsson og Odmar Hermansen syngja kór.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald