Innanlands

Nýggjur vegur niðan í Heygadal

Á framløguni, sum Sev hevði á ástaðarfundinum, kom tað rættiliga óvæntað fyri summi, at Sev nú hevur ætlanir um at gera ein nýggjan veg niðan til Mýruverkið II

2023-02-04 08:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Ein nýggjur vegur skal gerast niðan í Heygadal í sambandi við nýtt vatnorkuverk skal byggjast inn í fjallið nærhendis núverandi Mýruverk.

Talan er um projektið, sum Sev kallar Mýruverkið II – ein sokallað ‘pump-storage’-skipan – sum kommunali orkufelagsskapurin hevur ætlanir um at fara undir í næstum.

Í farnu viku var ástaðarfundur í Vestmanna í sambandi við viðgerðina í lokalu friðingarnevndini.

Tað er ikki langt síðani, at táverandi borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli Trond Petersen, kategoriskt boðaði frá, at kommunan valla fór at geva byggiloyvi til projektið, sum tað sá út tá.

Talan var nevniliga um at 250.000 rúmmetrar skuldu deponerast og tyrvast nakað longur uppi í Heygadali, tí tað ikki var møguleiki at flyta tilfarið, ið verður borað og sprungt innan úr fjallinum, burtur. Núverandi smali vegurin niðan til byrgingarnar í Heygadali og uppi á Mýrum, er nevniliga als ikki egnaður til nógva og stóra ferðslu.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder