2023-03-30 20:30

KFUM-skótarnir í Føroyum hava nú fingið sín skótabólk nummar 11. Talan er um Skótalið Nykurs Rósa av Sandi, sum í dag hevur fingið váttan uppá, at tað er ein partur av KFUM-skótinum í Føroyum.
Hetta skrivar síðan "KFUM-skótarnir í Føroyum" í dag.
Tað var fyrr í mánaðinum, at skótaliðið á Sandi hevði stovningardag. Tað var á einum stórum skótadegin: Á Grækarismessu, 12.mars.
Skótalið Nykurs Rósa er ein samanlagdur bólkur við Føroya KFUK skótum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald