Uttanlands

Nýsæland: Ferðafólk skulu gjalda fyri at vitja ávís ferðamál

Lokal fólk skulu einki gjalda, men hjá ferðafólki verður prísurin millum 20 og 40 nýsælendskar dollarar

Tama Potaka, nýsælendskur ráðharri í náttúruverndarmálum (Mynd: EPA)

Tama Potaka, nýsælendskur ráðharri í náttúruverndarmálum (Mynd: EPA)

2025-08-02 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framyvir skulu ferðafólk í Nýsælandi gjalda fyri at vitja vælumtókt ferðamál.

Lokal fólk kunnu framvegis vitja hesi ferðamál púra ókeypis, men ferðafólk skulu rinda millum 20 og 40 nýsælendskar dollarar, sum svarar til millum 76 og 152 krónur, skrivar Ritzau.

– Ferðavinnan hevur stóra ávirkan á okkara búskap, og tað ynskir eingin at broyta. Men eg havi hoyrt fleiri ferðir frá vinfólki, sum hava vitjað okkum, at tey eru skelkað yvir, at tey ókeypis kunnu vitja nøkur av vakrastu støðunum í heiminum, sigur Tama Potaka, ráðharri í náttúruverndarmálum.

Avgjaldið til ferðafólk er ein liður í tiltøkunum hjá stjórnini um at styrkja ferðavinnuna og fáa gongd á búskapinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder