Uttanlands

Nýsæland: Tveir menn stevnt Jacinda Ardern

Nýsæland er í løtuni afturlatið fyri at steðga spjaðingini av COVID-19, men hetta er at halda fólk aftur á ólógligan hátt, halda teir báðir, sum hava stevnt landsins forsætisráðharra

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi (Mynd: EPA)

2020-04-18 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýsæland hevur verið afturlatið síðan 26. mars fyri at steðga spjaðingina av COVID-19, og verða fólk m.a. biðin um at halda seg heima. Nú hava tveir menn stevnt landsins forsætisráðharra, Jacinda Ardern orsakað av afturlatingini.

Sambært monnunum, verður fólkið hildið aftur á ólógligan hátt, og hava teir tí koyrt málið fram fyri nýsælandska hægstarættinum.

Rættarfundurin gekk fyri seg á talgildan hátt í gjár.

Menninir hava biðið um habeas corpus, sum er ein løgfrøðilig viðgerð, sum tryggjar, at ein afturhildin persónur skal fyri einum dómara, áðrenn viðkomandi kann noyðast í fongsul. Teir hava sagt fyri dómaranum, at afturlatingin hevur hildið teimum aftur á ólógligan hátt.

– Hetta er ikki ein pandemi men ein panikk-demi, og hon (Jacinda Ardern, red.) stýrir shownum. Hon drakk te við Tindall (Stephen Tindall, stovnari av størstu handulsketuni í Nýsælandi, The Warehouse, red.), og so gjørdu tey bæði av at oyðileggja nýsælendska búskapin og strika míni rættindi, sigur ein teirra sambært Ritzau. Hann heldur, at Jacinda Ardern átti at umrøtt málið við ST, áðrenn hon lat landið aftur.

1.422 hava higartil fingið staðfest koronasmittuna í Nýsælandi, og 11 teirra eru deyð. 867 eru vorðin frísk aftur, sambært uppgerð hjá worldometers.info.

Sambært The Guardian skal Jacinda Ardern fyrst í komandi viku taka støðu til, hvørt landið skal vera verðandi afturlatið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder