placeholder
Mentan

Nýt ungdómshús skal hava navn

Tórshavnar kommuna sóknast nú eftir einum navni til nýggja ungdómshúsið á Velbastað, sum letur upp 17. desember – Øll kunnu senda inn uppskot, og vinnandi uppskotið fær 3.000 krónur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-12-04 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið 17. desember klokkan 19 letur nýtt ungdómshús upp á Velbastað. Ungdómshúsið hevur tó enn ikki fingið nakað navn, og tí skrivar Tórshavnar kommuna nú út navnakapping.

Øll kunnu senda inn uppskot umvegis heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Einasta kravið er, at navnið skal vera lætt at siga og hóska til umhvørvið og dagstovnin annars.

Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 15. desember.

Innkomnu uppskotini verða løgd fyri nevnd, har umboð fyri tey ungu, stovnsleiðarin og deildarleiðarin á Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu sita.

Vinnarin av navnakappingini fær 3.000 krónur. Nevndin tilskilar sær tó rættin til ikki at nýta nakað av innkomnu uppskotunum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Nýggja navnið á ungdómshúsinum verður avdúkað fríggjakvøldið 17. desember klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder