Í gjár bórust tíðindini um, at skeinkistøð skulu steingja á midnátt á ólavsøku.
– Ólavsøkan fellir á ein týsdag og mikudag. Tað vil siga, at galdandi upplatingartíðirnar sambært Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi er til kl. 24.00. Koronaráðgevingin mælir staðiliga til, at hildið verður fast við, at afturlatingartíðin á ólavsøku er kl. 24.00, stóð í kunningarskrivinum frá Tórshavnar kommunu, sum in.fo hevði fingið hendur á.
Men á middegi í dag boðaði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, frá, at skeinkistøðini kortini sleppa at hava opið til klokkan tvey.
Landsstýrið hevur gjørt eina avtalu við skeinkistøðini um, at tey lata aftur klokkan tvey. Hesi boðini komu til Tórshavnar kommunu í morgun, og tað fer kommunan sjálvandi at rætta seg eftir, segði Annika Olsen við Útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald