Mikukvøldið 26. apríl varð stovnandi aðalfundur hildin í felagnum Havnar hugna, ið er fyri íbúgvar og grannaløg í miðbýnum í Havn.
Endamálið við felagnum er at virka fyri borgaraluttøku og trivnaði í miðbýnum í Havn, og at fáa meira opinleika og kunnleika um tað, sum kommunan hevur ætlanir um at gera, og sum hevur ávirkan á umhvørvi, íbúgvar og trivnaðin, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Felagið hevur verið undir fyrireiking í eina tíð, og stigtakararnir hava í hesum tíðarskeiði skipað fyri tveimum borgarafundum í Havn, sum greitt hava víst, at tørvur er á einum felag, sum skal virka fyri meira kunning og opinleika, tá talan er um kommunalar ætlanir og virksemi í miðbýnum, sigur Havnar hugni.
Navnið á felagnum er tikið frá einum líknandi felag, sum borgarar í Havn tóku stig til at stovna í 1948. Millum stovnararnar tá vóru Andrias Ziska og Knút Wang, umframt at bæði Sverri Dahl og Janus Kamban sótu í nevndini í felagnum í 1950. Felagið setti spurnartekin við, hvussu tátíðar býarplanlegging fór fram, og legði dent á at fríðka býin, at hava reinføri í býnum, at koma við hugskotum um ábøtur, og at tala at, tá óheppin inntriv vórðu gjørd.
– Tað eru íbúgvar úr ymiskum grannaløgum í miðbýnum í Havn og har umkring, sum hava tikið stig til at stovna felagið. Íbúgvarnir í miðbýnum hava leingi sóknast eftir nøktandi kunning og innliti, umframt virknari borgaraluttøku, í sambandi við at ætlaðar broytingar verða framdar í býarmyndini.
– Saknur er á týðiligum og meira samanhangandi ætlanum fyri menningina av býnum, umframt metingar av teimum avleiðingum, ið ávirka framtíðar sereyðkenni, menning og trivnaðin í býnum. Stigtakararnir uppliva, at kommunan í ov stóran mun kroysta verkætlanir ígjøgnum uttan nakað alment orðaskifti og uttan hóskilig atlit til heildina og tey grannaløg, sum verða ávirkaði av teimum rættiliga umfatandi broytingunum, sum hesar verkætlanir hava á býarmyndina.
– Felagið hevur longu á stovningardegnum umleið 65 limir. Flestu teirra eru úr miðbýnum í Havn. Øll, sum taka undir við endamálsorðing felagsins kunnu gerast limir, skrivar felagið. Tey, ið ynskja at gerast limir kunnu gera tað á Facebooksíðuni hjá felagnum.
Nevndin skipar seg
Á fundinum greiddu stigtakararnir frá bakgrundini fyri stovnanini og løgdu síðan fram uppskot til viðtøkur fyri felagið, ið vórðu einmælt samtyktar. Harnæst vórðu valdir 10 nevndarlimir, sum eru úr ymiskum grannaløgum í miðbýnum og har umkring, og ein grannskoðari.
Í nevndina vórðu vald Annika Arge Gregoriussen, Annika Smith, Elin Brimheim Heinesen, Elin Helena Jensen, John Dalsgað, Katarina Petersen, Katrina í Geil, Leivur Thomsen, Meduna Dalsgaard, Michael Kjøller Jacobæus. Til grannskoðara varð vald Hilda Thomsen.
Nevndin fer mikukvøldið at skipa seg við forfólki, næstforfólki, kassameistara, skrivara og 2. skrivara, og at seta út í kortið eina arbeiðsætlan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald