Innanlands

Nýtt frítíðartilboð í Faktorhúsinum á Tvøroyri

Liv varð fingið í søguliga bygningin til "Siðsøgulig jól á Tvøroyri", og nú kunnu kvinnur í kommununi hittast í Faktorhúsinum til samveru hvønn mánadag frá klokkan 14.30

Eftir áheitan frá kvinnuligum borgarum í kommununi, hevur býráðið samtykt, at kvinnur í kommununi kunnu nýta Faktorhúsið til sosiala samveru

Eftir áheitan frá kvinnuligum borgarum í kommununi, hevur býráðið samtykt, at kvinnur í kommununi kunnu nýta Faktorhúsið til sosiala samveru

2023-03-03 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðstu jól varð nógv gjørt burturúr við jólaframsýningini ’Siðsøgulig jól á Tvøroyri’. Eitt av endamálunum við framsýningini var at fáa nýtt lív í gomlu søguligu bygningarnir á Tvøroyri, og m.a. varð Faktorhúsið, eisini nevnt Roykstovan, innrættað sum eini hugnalig sethús úr 1950unum. Áhugin fyri framsýningini var somikið stórur, at Tvøroyrar kommuna hevur valt at varðveita innrættingina í Faktorhúsinum, soleiðis at tey nú kunnu nýtast til ymisk endamál.

Og nú er lagst afturat við nýggjum frítíðartilboði í Faktorhúsinum. Eftir áheitan frá kvinnuligum borgarum í kommununi, hevur býráðið samtykt, at kvinnur í kommununi kunnu nýta Faktorhúsið til sosiala samveru, ið hevur verið ein eftirspurningur.

Hvønn mánadag kl. 14.30-17.00 kunnu kvinnur hittast í Faktorhúsinum til samveru, prát, bindihugna og gera sær ein drekkamunn. Opið verður fyrstu ferð komandi mánadag, 6. mars, og síðani hvønn mánadag eftirfylgjandi. Allar kvinnur í Tvøroyrar kommunu eru vælkomnar til bindihugna og gott samanhald.

Vit vóna, at hetta tilboðið verður væl móttikið, og vit fegnast um at fáa góð hugskot frá borgarum.

Tvøroyrar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder