Mentan

Nýtt gull-túrband til tivoli á Skálatrøð

Nú ber til at keypa túrband til allar dagarnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-07-23 16:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár verður aftur í ár møguleiki at keypa túrband til Tivoli á Skálatrøð til 27., 28. og 29. juli. Kostnaðurin fyri eitt túrband til ein dag er 250 kr.

Tó kanst tú í ár, sum nakað nýtt, keypa eitt gull túrband, ið er galdandi fyri allar tríggjar dagarnar Tivoli er á Skálatrøð. Kostnaðurin fyri gylta túrbandið er 400 kr.

Við túrbandinum kanst tú royna alt tað, ið ikki hevur vinning við sær,  t.v.s hoppiland, karosell, wipeout, bilar, trampolin, bátar, tarvin, sumo og gladiator. Møguleiki er eisini, at keypa armband til hoppiland, fyri 100 kr.

Túrbondini verða seld mitt á økinum á Skálatrøð tveir tímar áðrenn økið letur upp. Møguleiki er eisini fyri at keypa atgongd og rinda vanligan kostnað fyri hvønn túr.

Tivoli á Skálatrøð er opið 27. juli frá kl. 16 til 22, 28. og 29. juli frá kl. 14 til 00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder