Innanlands

Nýtt heim í Suðuroynni til fólk við seinheilaskaða skal lata upp í ár

750.000 krónur eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum, sum skal til fyrstu viðgerð í morgin. Almannamálaráðið boðar frá, at heimið eftir ætlan fer at rúma tíggju fólkum

Rehabiliteringsdepilin Skálagarð í Klaksvík, við pláss fyri 15 fólkum, letur upp seinni í ár, og peningur er eisini settur av til hann (Savnsmynd)

Rehabiliteringsdepilin Skálagarð í Klaksvík, við pláss fyri 15 fólkum, letur upp seinni í ár, og peningur er eisini settur av til hann (Savnsmynd)

2023-02-15 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sum liður í ætlanini hjá landsstýrinum, um at fara undir at útvega í minsta lagi ein stovn um árið komandi árini, hevur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 raðfest eitt nýtt heim í Suðuroynni, til m.a. fólk við seinheilaskaða.

Soleiðis skrivar Almanna- og Mentamálaráðið á heimasíðu sínari, í samband við at peningur eftir ætlan verður settur av til eitt heim í Suðuroy fyri fólk við seinheilsuskaða.

Tað er ikki váttað enn, júst hvar hetta heimið skal vera, men tað er ætlað at rúma tíggju fólkum. 750.000 krónur eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum, sum skal til fyrstu viðgerð í morgin.

At tað eru raðfest fleiri bú- og umlættingarpláss á almannaøkinum, er ógvuliga týdningarmikið sigur ein fegin Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Í løtuni eru tríggjar byggiverkætlanir í gongd í miðstaðarøkinum, ið fara at økja um talið av plássum til bú-, umlættingar- og frítíðartilboðum meira. Tveir av hesum stovnum lata upp í vár og tann triði væntandi um ársskiftið 2023/2024, skrivar ammr.fo.

Tað er eisini við at verða til reiðar í Klaksvík, har rehabiliteringsdepilin Skálagarð í Klaksvík, letur upp seinni í ár. Hann hevur pláss fyri 15 fólkum, og peningur til liðugtgerð er settur av í fíggjarlógaruppskotinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder