Uttanlands

Nýtt hitamet í Turkalandi

Fríggjadagin varð hitin í býnum Silopi máldur til 50,5 stig

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-07-27 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð nýtt hitamet skrásett í Turkalandi.

Í býnum Silopi vórðu 50,5 hitastig skrásett, og tað er tað hægsta, sum nakrantíð er skrásett í landinum, sigur turkiska umhvørvismálaráðið sambært Ritzau.

Gamla metið varð sett í august 2023, tá hitin varð máldur til 49,5 stig.

Turkiska umhvørvismálaráðið leggur afturat, at 132 veðurstøðir um alt landið skrásettu hitamet fyri juli mánað.

Turkaland er í løtuni rakt av hitabylgju, og sløkkiliðsfólk stríðast í løtuni við at basa náttúrueldum í fleiri landslutum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder