2025-08-05 14:11

Japanski veðurstovnurin hevur í dag skrásett eitt nýtt hitamet í japanska býnum Isesaki.
Í dag vórðu skrásett 41,8 hitastig í eysturjapanska býnum. Gamla metið varð sett í farnu viku, tá 41,2 hitastig vórðu skrásett í býnum Tamba.
Myndugleikarnir í Japan heita á fólk um at halda seg innandura.
Hetta summarið hevur Japan verið rakt av ógvusligari hitabylgju, og juli 2025 varð skrásettur sum heitasti julimánaðurin nakrantíð. Hetta er triðja árið á rað, at julimánaðurin hevur sett met í Japan, skrivar Reuters.
Í summar eru fleiri enn 53.000 fólk innløgd við hitaslagi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald