2018-10-22 19:43
Um 14 dagar fer løgmaður at kunngerða hvør verður nýtt landsstýrisfólk í Samferðslumálum. Tað sigur løgmaður við Sosialin í dag.
Tað var 1. oktober, at Henrik Old bað Aksel V. Johannesen, løgmann, um at loysa seg úr embætinum sum landsstýrismaður. Hesum gekk løgmaður á møti, og yvirtók sjálvur málsøkið til nýggjur landsstýrismaður varð settur.
Enn er so eingin settur, og nú sigur altso løgmaður, at nýggjur landsstýrismaður skal setast innan 14 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald