2021-03-27 12:10
Í gjár gav Eivør út enn eitt staklag frá nýggjastu útgávu hennara, Segl, sum kom út í september í fjør.
Talan er um lagið "Gullspunnin", og til staklagið hoyrir eisini eitt sjónbandalag, sum eisini varð almannakunngjørt í gjár.
Leikstjórin handan sjónbandið er íslendska Anna Maggý, sum eisini hevur leikstjórnað sjónbandið til eitt annað staklag av útgávuni Segl. Tað var "Only Love", sum kom út í desember.
Nýggja sjónbandalagið sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald