Fólkaheilsuráðið bjóðar fólki at vera við í einum átaki, ið er við til at stimbra og hjálpa teimum, sum hava tikið avgerð um at gevast við at roykja.
Hetta fer fram soleiðis, at ein fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá ein hevur gjørt av at leggja av. Ein meldar seg til 5 dagar áðrenn ein hevur gjørt av at leggja av, og so fær ein javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla einum í at halda fast við avgerðini.
Hetta hevur verið roynt uttanlands við góðum úrslitum.
Ein meldar seg til við at senda eitt sms-boð við tekstinum "gevst" til 1919, og so fær ein sms-boð sendandi yvir næstu tveir mánaðirnar.
Skipanin er ókeypis, og til ber at melda seg til alt árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald