Í summar kunnu børn og barnsligar sálir í Sumba rokna við at kunna rokna við at sleppa at gartera á einum spildurnýggjum spæliplássi í bygdini.
Á bygdaráðsfundi fyrr í mánaðinum varð samtykt at játta góðar 1,7 milliónir krónur til keyp av útgerð og fallundirlagi til plássið.
Kommunan ognaði sær longu í 2016 økið, sum er ætlað til spælipláss, og síðan er økið grivið út og planerað, og hartil er betongarbeiðið liðugt, skrivar heimasíðan hjá Sumbiar kommunu.
Nú skulu ljósmastrar setast upp, fallundirlag leggjast á og asfalt og kantsteinar rundanum.
Nýggja spæliplássið verður 600 fermetrar til støddar, og tað verður fyritøkan Innspark saman við Eyðstein Jacobsen, sum koma at standa fyri arbeiðinum. Parkeringsplássið verður góðar 200 fermetrar, og fríøki góðar 100 fermetrar, har borð og beinkir verða uppsettir.
Samlaði kostnaðurin er mettur til 2,5 milliónir krónur.
- Sum borgarstjóri fegnist eg um, at vit nú hava samtykt at játta pening til liðuggerðina av spæliplássunum í Sumba, og vóni eg at øki stendur liðugt í summar, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri við heimasíðuna hjá kommununi.
Klatristativ sum hetta verður sett upp á nýggja spæliplássinum í Sumba (Mynd: sumba.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald