Tað eru liðin 10 ár síðan popp duoin BYRTA gav sína fyrstu útgávu út. BYRTA eru Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen og hava tey bæði verið virkin tey seinastu árini í egnum soloprojektum, men nú hava tey loksins verið aftur í upptøkuhølunum og geva í dag nýggja staklagið “Vak meg ei” út.
Lagið snýr seg um eitt loyniligt ástarsamband og at hava hesa kensluna av at liva í eini dreymaverð og at ikki vilja síggja veruleikan, sum hann er. Byrta fer aftur á pall í summar eftir ein fimm ára langan steðg og tá fara tey at framføra á ársins G!festivali.
”Vak meg ei”
Orð: Guðrið Hansdóttir
Lag: Guðrið Hansdóttir, Janus Rasmussen and Sakaris Emil Joensen
Framleitt: Janus Rasmussen
Rødd: Guðrið Hansdóttir
Ljómborð, programmering og kór: Janus Rasmussen
Upptikið og ljóðblandað av Janus Rasmussen í E7 studio, Reykjavík
Mastra: Zino Mikorey
Grafikkur: Sigrún Hanna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald