Tað eru nøkur ár síðani, at Ester Kristiansen gav nakað út seinast, men mánadagin 22. juli kemur hon við nýggjum staklagi.
Nýggja lagið eitur Fívil og er eitt úrslit av einum listarligum samstarvi millum Ester Kristiansen og Eir í Ólavsstovu, sum tær fóru undir á vetri 2016. Tær hava gjørt fleiri løg saman, men hetta er tað fyrsta, sum nú kemur út, og verður tað tøkt til keyps og á Spotify.
Um alt gongur eftir ætlan, fer Ester Kristiansen eisini at geva eina EP út komandi ár.
Ester hevur gott fólk aftur at sær. Niclas Johannesen hevur útsett og framleitt og Óli Poulsen hevur miksað og mastrað.
Lagið er upptikið í studio 57, Hoyvík og Mix-n-Fix, Keypmannahavn.
Tónleikarir handan nýggja lagið eru hesir:
Ester Kristiansen - sang og kór
Døgg Nónsgjógv - kór
Niclas Johannesen - gittarar, bouzouki, keyboards, forritan, kór
Óli Poulsen - bass, tambourin, klapp
Matt Chamberlain - trummur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald