![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Bretska sangkvinnan Adele, sum m.a. er kend fyri stóru hitløgini "Hello", "Rolling in the Deep" og "Someone Like You" hevur hildið lágan profil seinastu árini, men 19. november gevur hon endiliga út sína fjórðu útgávu.
Komandi útgávan, ið hevur fingið heitið "30" er fyrsta útgáva hennara í seks ár, og fyrsta staklagið hevur longu sett met.
Lagið, ið ber heitið "Easy on Me" varð givið út fríggjadagin, og sambært DR hevur lagið sett met á tónleikastroymingartænastuni Spotify.
Fyrsta dagin varð nýggja staklagið stroymt 24 milliónir ferðir, ið er tað mesta, sum eitt lag er stroymt í ein dag.
Sjónbandalagið til "Easy on Me" varð eisini lagt á YouTube fríggjadagin, og ber til at síggja tað omanfyri. Í skrivandi stund er sjónbandalagið víst nærum 72 milliónir ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald