Mentan

Nýtt staklag við Marius DC og Jonas Langgaard

Marius DC og Jonas Langgaard geva í dag út lagið "Straight Up Icy". Útgávan verður markerað við eini online konsert leygarkvøldið kl. 20, á Facebooksíðuni hjá Marius DC

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-24 09:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast Marius DC og Jonas Langgaard bert hava arbeitt saman seinasta árið ella so, so hevur hetta verið eitt stórsligið ár fyri duoina, ið endaði við eini FMA heiðursløn sum besta nýggja navn í 2019. Nú geva teir fyrsta staklagið sum duo út, har Jonas, ið vit kenna handan DJ pultin, eisini syngur saman við Mariusi.

Marius DC kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin, sum eitt av bestu og mest sjónligu nøvnunum í Sementkappingini í fjør, hetta var samstundis fyrstu ferð, at Marius og Jonas framførdu saman, Marius á vokali og Jonas við DJ pultin.

Teir høvdu einans kent hvønn annan í tríggjar dagar, tá teir í finaluni vóru millum mest sannførandi bólkarnar, m.a. við einum nýskrivaðum lagi, ið teir høvdu gjørt saman, innspælt og útgivið á Soundcloud.

Hetta var byrjanin til eitt hendingaríkt ár við trimum stakløgum og EP’ini The MZA EP, ið umframt heiðurin sum ársins nýggja navn, hevði við sær tilnevningar fyri ársins útgávu, ársins tónleikanavn og ársins sangara. Men eisini við nógvum konsertum og framførslum á festivalum.

Jonas Langgaard er sjálvur virkin sangskrivari og sangari, hann skrivaði lagið "Woah", á The MZA EP, og hevur somuleiðis framleitt og skrivað nógv av løgunum, ið Marius DC framførir á konsertum.

Nógvar bókingar eru longu gjørdar í summar eitt nú á stóru festivalunum, um hesir verða hildnir. Eisini eru áhugi uttanlands fyri hesum føroyska Hip Hop nýbrotinum.

Í løtuni brúka teir steðgin, ið samfelagið er í, til at framføra online konsertir, og til sangskriving og framleiðslu av nógvu løgunum, ið teir longu hava skrivað saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder