Innanlands

Nýtt ungdómsskeið á Háskúlanum í Nesvík

Frá miðskeiðis í august og 18 vikur fram verður møguleiki at ganga á fjølbroyttum háskúla í Nesvík. Latið er upp fyri tilmeldingum

2022-12-27 13:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ber til at melda seg til ungdómsskeiðið, ið byrjar í august 2023. Hetta verður
tað fyrsta ungdómsskeiði og vit síggja fram til eitt orduliga spennandi skeið, har vit leggja dent ágóðan felagsskap og á, at tann einstaki kemur at trívast og mennast.

Skeiðið varðar 18 vikur. Tað endar áðrenn jól, og næmingarnir fáa undirvísing sum vit kenna tað frá øðrum skúlum, men so nógv meira enn tað. Bæði við túrum runt í Føroyum og møguleika at fara uttanlandsferð. Eisini gera vit tænandi virksemi ymsastaðni í Føroyum, so at næmingar á ymsan hátt
koma at búnast á skeiðnum.

Næmingarnir búgva í nýggjum kømrum við egnum baðirúmi og góðum og ljósum felagsøki. Harumframt er ítróttarhøll og góð undirvísingarhøli. Rundanum Nesvík hava vit nakrar av vakrastu náttúruperlum í landinum.

Undirvísing verður í bíbilskum evnum, trúarlívi og samleika, miðling, føroyskari mentan, søgu og mál. Harafturat kemur ítróttur, tónleikur, list, ítriv og útitænasta. Og sum húsfólk hava næmingar ábyrgd av tí húsliga. sum at rudda, vaska og gera mat o.a., sum hoyrir einum háskúla til.

Ung fólk eru sera virkin og tí ynskja vit eisini at geva tær møguleika at koma á háskúla, hóast tú møguliga hevur fastar uppgávur. Møguliga tú arbeiðir, íðkar ítrótt ella annað. Avtalur kunna gerast við skúlaleiðaran um serlig atlit. Vit taka støði í einstaklinginum og fáa tað at passa við felagslívið á skúlanum, tí vit síggja virði í, at knýta samband millum tín gerandisdag og háskúlan.

Fyrst í komandi ári verður ein faldari gjørdur, har tú kanst síggja meira nágreiniliga hvørjar lærugreinar vit bjóða út, hvørji koma at undirvísa og meira kunning um túrar á skeiðnum, harímillum eina uttanlandsferð.
Næmingarnir kunnu longu nú søkja inn á skúlan og tilmeldingarfreist er 15. mars.

Sí nærri kunning um prísir o.a. á heimasíðuni www.hin.fo. Vit eru eisini á Facebook og Instagram.

Háskúlin í Nesvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder