Mentan

Nýtt videolag frá Pálli

Góð Góð Góð hevur verið nógv at hoyra í seinastuni, nú hava Shakkiru Perryman & Páll Brim gjørt videolag. Steintór Rasmussen eigur orð og lag, og sangurin er á hansara nýggju útgávu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-21 17:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Tú ert so góð góð, teg vil eg kenna".

Soleiðis byrjar "Góð Góð Góð", ið Páll Brim syngur. Fangandi sanngurin, ið innheldur nógv ymiskt ljóðføri, hevur verið nógv spældur í útvarpinum tær síðstu vikurnar. og er ein partur av útgávuni “Eftir Klaksvíksvegnum" hjá Steintóri Rasmussen.

Tað er eisini Steintór Rasmussen, ið hevur skrivað orð og lag. Videolagið hava Páll Brim og Shakkiru Perryman framleitt. Tað eru eisini Páll og unnusta hansara, ið kunnu síggjast í videolagnum. 

Góð Góð Góð

Orð og lag: Steintór Rasmussen
Sang: Páll Brim
Trummur: Jósva Debes
Bass: Johannus á Rógvu Joensen
Tangentar og Harmonika: Kim Hansen
Guitar og Mandolin: Ragnar Finsson
Violin og Bratch: Angelika Hansen
Cello: Tóri Restorff Jacobsen
Slagverk: James Goodwin
Kór: Kim Hansen & Asta Højgaard

Videolagið er framleitt av Shakkiru Perryman & Páll Brim

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder