Innanlands

Nýtt vinnuøki fyri innan Glyvur

Sjóvar kommunu søkir nú eftir áhugaðum keyparum til nýggja vinnuøkið, sum liggur bert góðar tveir kilometrar frá munnanum til Eysturoyartunnilin

Tað er í hesum økinum, at Sjóvar kommunu nú ætlar at bjóða vinnufyritøkum (Mynd: Google)

Tað er í hesum økinum, at Sjóvar kommunu nú ætlar at bjóða vinnufyritøkum (Mynd: Google)

2025-12-23 12:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjóvar kommuna er nú farin undir at selja vinnustykki á einum nýggjum vinnuøki í Urðum fyri innan Glyvur.

Talan er um eitt øki, sum liggur oman fyri sunnara býlingin innan Glyvur. Eitt øki, ið liggur væl fyri í sambandi við Eysturoyartunnilin, bert góðar tveir kilometrar norðan fyri tunnilsmunnan.

- Vinnuøkið er vælegnað til eina fjølbroytta vinnu, og er ætlað vinnu í umhvørvisflokki 1-3, skrivar kommunan.

Faldari - Vinnuøki Innan Glyvur

Gjørdur er ein faldari, sum vísir ætlanirnar hjá Sjóvar kommunu við økinum. Vinnustykkini eru ikki matrikullerað, men verða tað so hvørt, tey verða seld.  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder