Mentan

Nýtt whisky frá Einari

Hesaferð er talan um seks ára gamald whisky lagrað í serligum sherritunnum

2025-04-11 16:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Einar's Distillery er komið á marknaðin við eini serstakari single malt whisky, sum er lagrað í seks ár á Oloroso sherry føtum.

Toymið á Einar´s Distillery kallar drykkin fyri eina "einastandandi whisky uppliving".

Gyltu droparnir eru framleiddir á Einar's Distillery og lagraðir í føroysku náttúruni á Oloroso føtum. Styrkin á hesi útgávuni er 52,5% ABV við eini góðari javnvág ímillum krydd og turrar tanninir og ein góðan kraftigan eftirsmakk av søtum mucovado-, sjokolátu- og byggmalti.

Angi (23,5/25): Elegantur og kraftigur ráki av tanninum umframt krydd við einum søtum ráka av byggmalti.  

Smakkur (23,5/25): Gott samanspæl og javnvág millum vinøsar fruktsmakkir, umframt ein kraftiga rundan smakk av byggmalti.

Eftirsmakkur: Fruktrákin hvørvur spakuliga og smakkurin av myrkum sukuri (muscovado) og maltsøtleika er eftir, við einum veti av myrkari sjokolátu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder