2018-09-13 15:14
Í sambandi við nýggja skúlaárið er Ó givið við at prenta plastkort. Tað boðar stjórin í Ó, Hanus Samró, frá tíðindaskrivið í dag.
- Á hvørjum ári skráseta nærum 2000 lesandi plastikk Ó-kort. Vit hava síðani vit byrjaðu í 2011 prenta út við 14.000 plastkort. Plast er ein av størstu umhvørvissyndarunum í heiminum, sigur Hanus Samró.
- Ó-kortini eru ein dropi í havinum, men vit kunnu ikki krevja av øðrum, um vit ikki gera tað sjálvi. Tí eru vit givin við at prenta plastkort og "prenta" ístaðin talgild Ó-kort, sigur Hanus Samró at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald