
Í dag um 11 tíðina kemur ferðafólkaskipið Ocean Endeavour á Vág. Hetta er næsta ferðafólkaskipi, sum vitjar Vág í hesi vikuni.
Í dag vitjar aftur eitt ferðafólkaskip Vág. Hesaferð er tað Ocean Endeavour hjá Adventure Canada, sum leggur at Vágs havn. Skipið hevur um 200 ferðafólk, umframt manningina sum telur 120. Flestu av ferðafólkunum koma úr Kanada.
Dagurin í dag bjóðar ferðafólkunum mongu ferðavinnutilboðini, sum eru í Vági, og vøkru náttúruna kring Vág - Vágseiði, Eggjarnar og Moyggjartúgvu.
Vitjanin í dag er skipað eftir leistinum hjá Vágs Kommunu til ferðafólkaskip. Leisturin leggur dent á burðardygd til frama fyri lokaløki, men samstundis strembar eftir at gera vitjanina hjá ferðafólkunum enn meira minnisríka.
Ocean Endeavour er bygt í 1982 og er 137 metrar langt og 21 metrar breitt. Skipið kom frá Kirkwell og fer víðari til Havnar í kvøld.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald