Innanlands

Óðalsfelagið: Sterkir aktørar leggja trýst á ognar- og avgerðarrættin

Føroya Óðalsfelag hevur frætt frá stúrnum limum, sum hava kent seg trýstan til at skriva undir uppá formligar avtalur, sum geva uttanífrákomandi áhugamálum atgongd til teirra jørð og náttúrutilfeingi

2023-03-12 19:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á stýrisfundi hjá Óðalsfelagnum í Mikladali í gjár, var m.a. eitt innkomið mál til viðgerðar, um sterkar aktørar sum leggja trýst á ognar- og avgerðarrættin.  

Føroya Óðalsfelag hevur frætt frá stúrnum limum, sum hava kent seg trýstan til at skriva undir uppá formligar avtalur, sum geva uttanífrákomandi áhugamálum atgongd til teirra jørð og náttúrutilfeingi. 

Eitt nú alifeløg, orkufeløg, ferðavinnu-aktørar og kommunur, sum í skundi vilja undirskriva bindandi sáttmálar við einstøk ognarfólk ella heilar hagapartar, um atgongd til vatn, lendi, strendur, ferðavinnuupplivingar, v.m, skrivar Óðalsfelagið í fráboðan.

- Kemur tykkara hagi í hesa støðu, mælir Óðalsfelagið tykkum til at vera á varðhaldi, og ikki at skriva undir uppá nakað í óðum verki, ljóða boðini.

- Ikki skriva undir uppá nakað, fyrr enn tit hava fingið nøktandi uttanveltaða ráðgeving, og vissa tykkum um at avtalurnar ikki gera seg inn á tykkara ognar – og avgerðarrætt.    

Felagið sigur, at løgfrøðingarnir hjá Óðalsfelagnum eru til reiðar at vegleiða limirnar um, hvussu ognir og áhugamál verða tryggjað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder