Mentan

Odbjerg vann á regninum á Vágsbøi

Leygardagur á SF: Danskt krav um føroyska loysing, ein kitlandi Annika Hoydal, Faroe5 uttan tónleikarar og eitt lukkað Swangah-ball. Leygardagurin á Summar Festivalinum hevði sínar avbjóðingar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-09 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Summar Festivalinum hevði avbjóðingar á seinasta festivaldegnum í gjár. Ongar konsertir vóru á útipallinum í Bøgøtu, tí pallurin hevði fingið skaða. Nøvnini, sum skuldu spæla har máttu tí flytast, onkur í tjaldið og onkur á stóra pall, men tað órógvaði ikki tað stóra.

Tá høvuðsnavnið í gjárkvøldið, Andreas Odbjerg, kom á pallin framman fyri størstu fjøldini hetta kvøldið, gjørdist regnið eina løtu so nógv, at konsertin mátti brótast av. Odbjerg hevði ávarað áhoyrararnar um, at hetta kundi henda, men hetta spældi væl av.

Har kom ein stór fjøld av hjálparum inn at sópa dúrkið, og so vóru ljósmastrar tiknar burtur so mikrofonir og instrument kundu førkast eitt sindur longur inn á pallin. Skjótt og flott arbeiði, tók bara eina lítla løtu, og so kundi konsertin takast uppaftur. Odbjerg hevði latið seg í regnjakka við hettu og kundi í hesari Esmar Eysturoy-munderingini fýra síni allar størstu hitt av og harvið enda konsertina við maner.

Odbjerg vil loysa

Tað var ein sera væl eydnað konsert, hóast veðrið ikki var av tí besta.

Odbjerg umbar seg fyri, at hann ikki var komin fyrr til Føroya at spæla  hóast hann er boðin fleiri ferðir fyrr. Men han kundi næstan ikki støðga við at lovprísa føroysku náttúruni, hjartaligu móttøkuni og hvussu fantastiskt føroyska fjøldin var at spæla fyri, tí tey sungu so væl við.

Hann lovaði eisini at koma aftur.

Sympatiski danin fór enntá so langt at halda eina politiska røðu, har hann agiteraði fyri at Føroyar skulu loysa frá Danmark. Hann helt onga grund vera til, at eitt so fjart land sum Danmark skuldi hava yvirræðið her á landi. Og hann var fagnaður av fjøldini.

Sjúrður Skaale, ið var pallstjóri, loftaði sjálvandi hesum, og skipaði fyri eini atkvøðugreiðslu á Vágsbøi millum samband og loysing, og mátti staðfesta, at nú var loyst...

[object Object]

Pussfiskur

Konsertin við Odberg gjørdist góð. Sjáldsama nógvir áhoyrarar kendu sangirnar. Havi varhugan av, at áskoðarafjøldin kókaði meira kvøldið fyri,tá Sebach stóð á pallinum. Teir báðir Seebach og Odbjerg kunnu tó kki samanberast.

Fyri tað fyrsta var scenushowið hjá Seebach størri og flottari. Og Seebach dugir eisini betur at skriva oyrahangandi slagarar.

Harvið er ikki sagt, at dygdin í sangskrivingini hjá Odbjerg er verri. Hon er bara øðrvísi, tónleikarin nakað meira avanseraður og ikki so líkafram.

Men orkestrið var frálíkt, sera væl samanspælt og tey vístu kynstur á sínum ljóðførum á sera høgum støði.

Og Odbjerg vísti seg eisini at vera tann pussfiskurin, sum vit høvdu illgruna um frammanundan. Fortaldi stuttligar søgur úr egna lívi sínum, og sjálvsironiurin náddi hæddarpunktið, tá hann vísti fjøldini, hvussu hann plagdi at vísa gentunum hvussu ein rættur hvítur drongur dansar, serliga tá ríkiligt av snapsi var komin niðurum. Komiskt. Eitt av fleiri hæddarpunktum á konsertini.

Rahim við sum dukka

Sum sagt varð konsertin brotin av eina løtu orsaka av regninum. Tíbetur var støðgurin stuttur. Odbjerg hevði lovað at koma innaftur (at spæla síni bestu hitt), og hann gjørdi tað. Vit sum stóðu og skultraðu okkum í regninum byrjaðu at tosa um sannlíkindini fyri um hann kom innaftur, vóru tíbetur gjørd til skammar.

Tey komu innaftur, og nú flutti konsertin seg upp á eitt hægri støði (hóast forsangarin var pakkaður inn í regnjakka). Tá hann legði ann til fyrstu tónarnar til eitt av sínum størstu hittum, og segði, at nú kom ein gestur, vóru tað fleiri – gentur, sjálvandi – sum byrjaði at skríggja. Men tað var ikki Tobias Rahim, sum kom inn. Odbjerg hevði eina dukku á arminum, ikki heilt ólík, sum slapp at syngja leiklutin hjá Rahim í stórhittinum ‘Stor mand’.

[object Object]

Annika kitlar enn

Leygarkvøldið á stóra pallinum á Vágsbøi byrjaði annars við eini meira friðarligari, men ikki minni hjartanemandi, konsert við Anniku Hoydal.

Fantastiskt at uppliva eina kvinna, farin um tey áttati, sum syngur eins reint og klárt, sum tá hon var fjúrtan og okkurt fór at kitla á fyrsta sinni. “Tað kitlar enn, staðfesti Annika opinskárað, hóast eg nú eri farin um tey áttati”.

Við sær hevði Annika tveir kassaguittaristar, Bartal Augustinussen og Benjamin Petersen, og ein bassleikara, Torleik Mortensen, sum allir tríggir sungu við eisini, so tað var ein røtt Harkalið-samanseting.

Dreingirnir sluppu enntá at framføra ein sang uttan Anniku, tann ikki-so-gamla Harkalið-sangin, “Skúmbananir”.

Konsertskráin var fyri stóra partin teir gomlu sangirnir hjá Harkaliðnum, vísurnar, tættirnar og rørandi “Eitt kvøldi so síðla”. Men sjálvandi eisini teir kendastu frá hennara seinnu tíð. Hæddarpunktið var – sjálvandi – sangurin, sum mundi ført Anniku til Grand Prix finaluna í Ísrael.

Hugtakandi og rørandi at uppliva hvussu sangurin rungaði til ‘Alduna’. Vit sóu børn niður í fýra ára aldur, sum sungu við til øll ørindini.

Fult í tjaldinum

Eftir Anniku var leiðin sett niðan til tjaldi, har Swangah var á skránni. Men her stóðu vaktarmenn fyri tjaldopini. Tað var ikki pláss fyri fleiri fólki inni undir hvíta dúkinum.

Og harvið vóru tað eisini ein hópur av fólki, sum undraðist á, hví Annika skuldi upp á tann heilt stóra pallin, við sínum meira stilla tónleiki, meðan Swangah skuldi proppast inn í tjaldi.

Tað var eitt mistak.

[object Object]

Tað vóru eisini fleiri, sum undraðust hví gentubólkurin Faroe5 fekk heiðurin at enda á stóra palli á náttartíð. Og tey, ið komu á Vágsbø í náttarregninum, undraðust enn meira, tá tað gjørdist greitt, at onki orkestur var við á ovurstóra pallinum. Tær fimm sungu og dansaðu til bandaðan tónleik. Snópisligt.  

Væleydnað hóast avbjóðingar og mistøk

Enn ein Summar Festivalur er nú av. Og eisini hesaferð gjørdist hann væl eydnaður, hóast avbjóðingar og onkur mistøk. Festivalurin í ár vísir, at tað er ikki neyðugt at fara longur enn til Danmarkar til at gera ovurstóru fjøldina í Klaksvík nøgda.

Vit, sum høvdu hug til at fýlast á, at skráin í ár ikki var stórt frægari enn ein vanlig Voxbotn ella Norðfestival skrá, vóru enn einaferð gjørd til skammar. Fólkini koma kortini. 

Sí allar myndirnar frá leygardegnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder