Oddur Joensen, sum føddur og uppvaksin í Klaksvík, er ein dugnaligur gittaristur og tónleika framleiðari. Hann hevur spælt og arbeitt við artistum so sum Bárður á Lakjuni, Daniu O. Tausen, Mariannu Winter, Aggrasoppum, Vincent, Funksjón osv.
Seinastu trý árini hevur hann búð í Oslo, har hann hevur tikið eina bachelor í rytmiskum tónleiki, samstundis sum hann hevur virkað við einum ørgrynni av norskum artistum og spælt runt um alt Noregi og fleiri staðnis í Evropa.
Fyri tveimum árum síðani kom fyrsta heildarútgáva hansara út, og síðani tá er nógv vatn runni í ánni.
Í Varpinum í kvøld verður høvi at hoyra nýggj løg sum verða á næstu heildarútgávuni.
Tónleikurin kann lýsast sum eitt bland av amerikana noir og norðurlendskum jazzi, við forteljandi melodium og spennandi samanspæli frá bólkinum.
Atgongumerki fáast til keyps á varpid.fo .
Bólkur
Oddur Joensen – Gitar
Bárður Reinert Poulsen – Bass
Trummir – Per I. Højgaard Petersen
Eftir konsertina verður eisini høvið at keypa LPina hjá Oddi "Eyes wide Open". Bárður Dal Christiansen hevur gjørt vakra húsan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald