Uttanlands

Ódnin Beryl hevur herjað í Karibia

Roknað verður við, at talið á deyðum er hækkað munandi, nú ódnin rakti Jamaika í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-04 07:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ógvuslig ódn, við navninum ‘Beryl’ rakti seinnapartin í gjár karibisku oynna Jamaika har hon gjørdi stóran skaða. Tekjur vórðu skræddar av húsum, trø rykt upp við rót og stórar oyðileggingar í landbúnaðinum.

Enn er óvist hvussu nógv mannalív ódnin hevur kostað. Áðrenn Beryl rakti Jamaika hevði hon kravt sjey mannalív á síni ferð vestur gjøgnum Karibia. Eftir at hava herjað í Jamaika er talið av deyðum økt til minst níggju, men á Jamaika verður roknað við, at almenna talið fer at hækka, tá talesambandið er komið aftur, skrivar Ritzau.

Ódnin rakti suðurstrond Jamaika seinnapartin mikudagin, lokala tíð. Fleiri bygdir vórðu hart raktar av ógvusligum avfalli, vindi og høgari flóð.

Forsætisráðharrin á Jamaika, Andrew Holness, greiddi í gjár tíðindafólki frá, at umleið 500 fólk høvdu leita sær skjól aðrastaðni, og hann heitti á fólk í vandaøkjunum um at gera tað sama.

Floghavnin í høvuðsstaðnum, Kingston, varð stongd, og tað var eisini væl umtókta frítíðarstaðið Montego Bay.

Tað er óvanligt, at skaðaódnir eru í økinum so tíðliga á árinum. Hendan ódnin varð mett at vera ein í flokki 5.

Síðan hevur ódnin mist nakað av síni megi, og nú hon hevur tikið leiðina móti Meksiko, er hon lækkað til flokk 4.

Oyggjastaturin Sant Vinsent og Grenadinoyggjar, sum liggur 300 kilometrar norðan fyri Venesuela, er millum teir harðast raktu.

Forsætisráðharrin í landinum, Ralph Gonsalves, hevur sagt, at oyggin Union í Grenadinunum er “javnað við jørðina” orsaka av ódnini.

- Øll eru vorðin heimleys. Tað verður ein ovurstór uppgáva at byggja oynna uppaftur, sigur Gonsalves sambært Ritzau og Reuters tíðindastovunum.

Myndirnar frá EPA eru tiknar í Dominika Lýveldinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder