Uttanlands

Ófriður í Turkalandi eftir handtøku av borgarstjóra

Ekrem Imamoglu, væl umtóktur borgarstjóri í Istanbul, varð handtikin í gjár. Hildið verður, at Erdogan, forseti, vil vorða honum í at stilla upp til komandi forsetaval

Stór plakat av Ekrem Imamoglu saman við mynd av Mustafa Kemal Ataturk, stovnaranum av núverandi turkiska ríkinum (Mynd: EPA)

Stór plakat av Ekrem Imamoglu saman við mynd av Mustafa Kemal Ataturk, stovnaranum av núverandi turkiska ríkinum (Mynd: EPA)

2025-03-20 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Turkiska gjaldoyrað, liran, fall niður á eitt metlágt støði mótvegis dollaranum í gjár. Liran misti upp móti 14,5 prosentum eina løtu, men endurvann nakað av missinum og endaði við at vera fallin 7,4 prosent, skrivar dr.dk.

Eisini virðið á teimum størstu turkisku partabrøvunum fullu í virði við næstan seks prosentum, sum er ringasti dagurin á partabrævamarknaðinum síðan síðst í 2023.

Fallið í gjaldoyranum og partabrøvunum kom eftir, at væl umtókti borgarstjórin í Istanbul, Ekrem Imamoglu varð handtikin. Hann er skuldsettur fyri mutur og fyri at stuðla PKK yvirgangsfelagsskapinum – nakað, sum hann sjálvur vísir aftur.

[object Object]
Ekrem Imamoglu hevur verið borgarstjóri í Istanbul síðan 2019. Erdogan byrjaði eisini sína politisku leið við at vera valdur til borgarstjóra í størsta býnum í Turkalandi (Mynd: EPA)

Eygleiðarar halda, at handtøkan er politisk og ein roynd hjá Erdogan forseta a forða Imamoglu í at stilla upp móti sær til komandi forsetaval.

Umfatandi mótmælisgongur vóru í Turkalandi í gjár, og ófriðurin væntast at halda fram í dag, skrivar dr.dk.

Tað er ikki bara fleiri túsund borgarar í Turkalandi, sum seta seg ímóti handtøkuni av borgarstjóranum. Eisini ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, hevur talað at.

- Vit ynskja, at Turkaland skal nærkast Evropa. Men tað krevur, at landið fylgir demokratiskum normum og siðvenjum, og tað er av týdningi, at Turkaland virðir hesar grundleggjandi meginreglur, segði von der Leyen í gjár.

Roknað var við, at Imamoglu sunnudagin skuldi veljast til forsetavalevni fyri størsta andstøðuflokkin, Republikanska Fólkaflokkin, CHP, til valið í 2028, tá Erdogan sambært galdandi stjórnarskipan ikki kann stilla uppaftur.

Erdogan hevur tó tosað um at gera broytingar í grundlógini.

Í sambandi við at Ekrem Imamoglu varð handtikin vóru boð eisini send út um at handtaka yvir hundrað aðrar persónar, sum hava samband við Imamoglu og flokkin, sum í 2019 vann lokala valið í Istanbul, har Erdogan og hansara flokkur annars høvdu sitið við valdið í 25 ár.

Tá løgreglan stóð uttan fyri heim hansara fyri at handtaka hann, tók borgarstjórin ein film við eini áheitan til fólki.

- Vit hava við ógvusligt harðræði at gera, men tit skulu vita, at eg gevi ikki upp. Eg elski tykkum øll, gevi meg í varðveitslu til fólk mítt, segði hann. 

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder