Ein gestur í Svimjihøllini í Gundadali var í gjár so óheppin, at fáa fartelefon sína stolna. Eigarin boðaði løgregluni frá tilburðinum.
Tíverri er hetta ikki nakað ókent, at fólk stjala fartelefonir, og tíverri er tað torført hjá løgregluni at finna fartelefonir og aðrar smærri lutir aftur. Men fyri hendan eigaran kann tó verða ein lítil vón um at fáa fartelefonina aftur.
- Í hesum førinum er talan um eina fartelefon, og í teimum telefonunum er ein funka, sum kallast “Find my iPhone”. Hetta kunnu vit møguliga fáa virkið og soleiðis verður kanska gjørligt at finna fram til fartelefonina, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Hetta málið er ikki sloppið og verður kannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald