Innanlands

Oftari føroyingar sum koma illa fyri í fjøllunum

Útlendingar eru vanliga væl útgjørdir, tá teir fara í føroysku fjøllini at ganga, sigur Hans Erik Jakobsen, flogovasti hjá Atlantic Airways

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Fredriksen/Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Fredriksen/Faroephoto)

2019-02-09 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fjør var tyrlan boðsend 20 ferðir fyri at hjálpa neyðstøddum fólki í fjøllinum. Tíggju ferðir eftir føroyingum og tíggju ferðir eftir útlendskum ferðafólki.

Tað sigur Hans Erik Jakobsen, flogovasti í tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways við Kringvarpið.

Av teimum tíggju túrunum, sum tyrlan var eftir útlendingum, vísti tað seg tó tríggjar ferðir, at teir ikki høvdu brúk fyri hjálp kortini. Tá vóru lokal fólk blivin bangin um útlendingarnar, og høvdu tey tí ringt eftir hjálp.

Sambært Hans Erik Jakobsen eru útlendingar vanliga væl útgjørdir, tá teir fara í føroysku fjøllini at ganga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder