Seinastu tíðina hevur kjak verið um, at útlendsk ferðafólk í fleiri førum koma sær í óføri í fjøllunum og á sjónum, og at bjarginartænastan harvið kemur undir størri trýst gera, og at hetta harvið kostar landinum.
Í samrøðu við Kringvarpið í gjár segði Hans Erik Gunnleygsson Jakobsen, leiðari á Tyrlutænastuni, at hóast hetta kemur fyri, so eru tað framvegis føroyingar, ið oftast hava tørv á hjálp:
– Í flestu førum verður tyrlan boðsend eftir føroyingum. Tað er at gera ov nógv av, tá man sigur at útlensk ferðafólk leggja trýst á bjartingartænastuna.
Sambært Hans Eriki er hetta helst tekin um, at føroyingar eru farnir at ganga meira í náttúruni, enn teir hava gjørt áður.
At flestu fráboðarnir koma frá føroyingum kemur ikki so óvart á, tá hugsað verður um, at tað eru tey búsitandi í landinum, og at náttúran verður nýtt til nógv ymiskt - bæði til ymiskar uppgávur og í frítíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald