Innanlands

Ógreitt um undirtøka er fyri avtøku av fólkatingssessunum

Tað tykist verða møguleiki fyri, at uppskotið um at avtaka fólkatingssessirnar verður samtykt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-27 18:05 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Júst nú er 1. viðgerð av uppskotinum um at avtaka fólkatingssessirnar í løgtinginum. Tað er løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið. Og tað tykist verða ein møguleiki fyri, at uppskotið verður samtykt, um partar av fólkaflokkinum taka undir við uppskotinum. 

Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýri hava verið ógvuliga greið í orðaskiftinum, og tað tykist heilt greitt at hesir flokkar fara at taka undir við uppskotinum. 

Miðflokkurin førdi fram, at flokkurin sær fólkatingssessirnar sum ein møguleika at boða frá boðskapinum hjá Miðflokkinum. Men tað tykist ikki verða óhugsandi, at Miðflokkurin tekur undir við uppskotinum. 

Jørgen Niclasen var framsøgufólk fyri Fólkaflokkin, og hann vísit á fleiri søguligar hendingar, tá fólkatingssessirnir sambært honum hava havt týdning. Hann segði onki greitt um, hvørs flokkurin fór at atkvøða fyri hesum uppskotinum, men at Fólkaflokkurin var ein loysingarflokkur. Tí er heldur ikki óhugsandi, at Fólkaflokkurin tekur undir við uppskotinum. 

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru tey einastu, sum vóru greitt ímóti uppskotinum. 

Havast skal í mentu, at teir lítlu flokkarnir í veruleikanum so lítlan møguleika hava fyri at verða valdir í Fólkatingið, at tað er møguligt at teir taka undir við tí av teirri orsøk. 

Um Tjóðveldi, Framsókn, Sjálvstýri og Miðflokkurin taka undir við uppskotinum, eru 14 atkvøður fyri uppskotinum. Tað skal bara helvtin av Fólkaflokkinum taka undir við uppskotinum, fyri at tað verður samtykt. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder