Innanlands

Ógvusligasti prísvøkstur í 40 ár

Tað er serliga innan matvøru og býlisútreiðslur, at prísirnir eru hækkaðir hetta seinasta árið, vísir nýggjasta prístalsuppgerðin hjá Hagstovuni

Mjólkarvørur er ein av vørunum, ið er dýrkaðar nógv seinasta árið (Mynd: MBM)

Mjólkarvørur er ein av vørunum, ið er dýrkaðar nógv seinasta árið (Mynd: MBM)

2022-10-19 16:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Prísvøksturin hevur ikki verið so stórur hesi seinastu 40 árini, sum hann hevur verið hetta stíðsta árið. Hetta staðfestir Hagstovan í dag, nú prístalið er ásett av nýggjum og vísir, at vøksturin er 8,8 prosent hetta seinasta árið.

Í 1982 var prísvøksturin 10,6 prosent. Sostatt er talan um størsta árliga prísvøkstur í 40 ár. Prísirnir á matvørum eru vaksnir stívliga 10 prosent seinasta árið, skrivar Hagstovan.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. 

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum.

Og serliga er tað matvørurnar, ið eru hækkaðar.

- Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum, ið fyllir mest í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir við tíggju prosentum.

Minsti prísvøksturin hevur verið í bólkunum 'heilsa' og 'rúsdrekka og tubbak'.

Prísvøkstur á mati er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð. Prísirnir á matvørum eru hækkaðir næstan fýra prosent síðani uppgerðina av prístalinum í mai mánaði.

Verður hugt nærri at, hvørjir matvørubólkarnir eru, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri, sæst at prísirnir á smøri, margarini og matarolju eru hækkaðir við 25 prosentum. Mjólk, ostur og egg er vorðið 15 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Afturat hesum vørum er eisini stórur prísvøkstur at síggja á vørum sum breyði og kornvørum, frukt, grønmeti og kjøti.

Mest sum allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men prísirnir á sukri og góðgæti hava havt ein lakan vøkstur á 3,7 prosent. Sostatt er tað vorðið lutfalsliga bíligari hjá húsarhaldinum at keypa sær góðgæti enn frukt og grønt seinasta árið.

Hóast prísirnir í høvuðsbólkinum 'býli' eru næstan 20 prosent hægri nú enn fyri ári síðani, so er vøksturin síðani seinastu uppgerð í mai einans knappliga eitt prosent. Stóri vøksturin í hesum vørubólki er sostatt komin í uppgerðunum undan hesari.

Í vektargrundarlagnum er vørubólkurin 'býli' næststørstur, og er uppgjørdur til áleið ein fimting av húsarhaldsnýtsluni. Tað er serliga prísurin á húsaleigu og brennievni til at hita býli, ið ávirka býlisútreiðslurnar.

Stóri prísvøksturin, sum seinasta árið hevur verið á brennievni til at hita býli og brennievni til akfør, ávirkar framvegis árligu broytingina í brúkaraprístalinum, men miðalprísirnir fyri brennievni í august eru ikki øktir síðani seinastu uppgerðini undan hesari, sum var í mai. Prísvøkstur á brennievni hevur havt størst íkast til samlaðu broytingina í prístalinum í seinastu uppgerðini, eins og við uppgerðini undan henni.

Árligi prísvøksturin í Føroyum á brennievni til akfør er áleið tann sami sum miðalvøksturin í Danmark og Íslandi. 

Brúkaraprístalið í Føroyum verður gjørt upp fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november – tí ber til at samanbera prísbroytingar við mánaðarligar uppgerðir hjá øðrum londum, vit vanliga samanbera okkum við.

Tá koronufarsóttin rakti fyri tveimum árum síðan, var minni vøkstur í brúkaraprísunum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestu londum. Eftir russisku innrásina í Ukraina vísa uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum, eins og aðrastaðni í Evropa nú, metstóran vøkstur. Í mun til onnur lond, ið vit vanliga sammeta okkum við, so er árligi vøksturin í brúkaraprístalinum á 8,8 prosent áleið á sama stigi sum í hinum Norðurlondunum.

Í august var árligi prísvøksturin í Danmark 8,9 prosent. Prísvøksturin í Íslandi og í Svøríki var nakað hægri, ávikavist 9,7 og 9,8 prosent. Noreg hevði ein prísvøkstur á 6,5 prosent, sum er nakað lægri enn hjá hinum Norðurlondunum og Evropa annars.

Kelda: Hagstovan


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder