Uttanlands

Ógvusligt regn í Spania í gjár

Stoytingar vóru í Madrid, sum gjørdu at bilar "sigldu runt" í gøtuni - tætt við Malaga var melduródn

Gøturnar í Madrid vóru nógv ávirkaðar av nógva regninum í gjár - Mynd: Ritzau/Scanpix

Gøturnar í Madrid vóru nógv ávirkaðar av nógva regninum í gjár - Mynd: Ritzau/Scanpix

2019-08-27 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summaregn í Spania kann til tíðir veruliga skapa trupulleikar. Hetta merktu íbúgvar í høvuðsstaðnum veruliga í gjár.

45,9 millimeter av regni vórðu alment skrásett í Madrid, men tað verður mett, at heili 20 millimetrar fleiri komu niður. Hetta skrivar TV2.

Vegurin líktist meira einari á, og heglingur gjørdi sítt til - hetta vísa videoupptøkur. 

August mánaði er í miðal tann næstturrasti mánaðin í Spania, har tað kemur beint undir 10 millimetrar av regni niður í miðal. Orsøkin til nógva regnið í gjár var eitt látrýst, ið kom yvir sponsku hálvoynna. Í dag er tað yvir Mallorca.

Tætt við Campillos, 50 killometrar norðanfyri Malaga, var ein melduródn staðfest. Eingin kom til skaða, og í Malaga var sera gott verður - beint undir 30 hitastig.

Verðurfrøðingar meta, at tað var heilt løgið, at so nógvur heglingur o.a var í gjár, tí tá tað var heitast mánadagin, vóru heili 33,6 hitastig máld.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder