Uttanlands

Ógvusligt regn í Spania seinastu dagarnar

Serliga frítíðaroyggin Ibiza varð hart rakt í gjár

Soleiðis sá tað út í Ibiza býi í gjár (Mynd: EPA)

Soleiðis sá tað út í Ibiza býi í gjár (Mynd: EPA)

2025-10-01 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Spania hava tey upplivað ógvusligt regn hesar seinastu dagarnar. Sunnudagin byrjaði at regna í landnyðringspartinum av Spania, har fleiri heim lógu undir í vatni. Mánadagin flutti regnið seg móti býnum Valencia, sum út við einum ári síðani upplivdi óvanliga ógvusligt regn, sum kostaði 232 fólkum lívið.

Í býnum Barx, nakað sunnan fyri Valencia, fingu tey 239 millimetrar av regni í eitt samdøgur.

Í gjár vóru tað so Ibiza og Balerisku oyggjarnar, Mallorca, Menorca og Formentera, sum fingu skoluna.

Tvær støðir máldu yvir 100 millimetrar av regni upp á fáar tímar, og ein støð kom upp á 200 millimetrar.

Á oynni Formentera, ið liggur skamt sunnan fyri Ibiza, máldu tey 115 millimetrar av regni, skrivar dr.dk.

Og í floghavnini á Ibiza máldu tey yvir 174,1 millimetrar, og á eini støð nærhendis kom regnmátarin heilt upp á 252,6 millimetrar.

Avfallið umskapti annars so festligu feriuoynna Ibiza til eitt brúnt vátlendi, har regn og runa fleyt í gøtunum.

Regnið í oyggjunum í gjár var heilt óvanligt. Sambært sponsku veðurtænastuni, AEMET, so hava tey ikki fingið so nógv regn á Ibiza síðan 1952.

Á Ibiza hava tey vanliga 57 millimetrar í miðal allan september mánaða. Sostatt kom onkra staðni meira enn fýra ferðir so nógv avfall upp á eitt samdøgur, sum tað plagar at koma í ein mánað.

Og hetta sást aftur í oynni í dag. Sløkkiliðini á Ibiza hava verið úti og leita eftir fólki, sum sótu føst í bilum teirra.

Sambært hernaðarligu sponsku tilbúgvingini, UME, so hava tey í alla nátt arbeitt við at fáa vatn og móru burtur frá floghavnini, so ferðafólkaflutningurin kundi koma í gongd aftur.

Lokalu myndugleikarnir á Balearisku Oyggjunum hava eisini sitið á kreppufundi fyri at samskipa hvussu tey kunnu hjálpa borgarum, sum hava biðið um hjálp.

Í dag er tað ringasta yvirstaðið, og veðurvánirnar fyri komandi dagarnar lova sólskin yvir tað mesta av Spania.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder