2018-08-05 17:46
Ein jarðsjálvti, sum er máldur at vera 7.0 á Richterstiganum hevur rakt eitt øki norðan fyri indonesisku oynna Lombok.
Í hesum sambandi hava lokalu myndugleikarnir lýst við tsunamiávaringum, skrivar B.T.
Lombok er bert 80 kilometrar frá væl umtóktu feriuoynni Bali, og í seinastuni er ferðafólkatalið í Lombok vaksið, av tí at oyggjarnar liggja so tætt.
Hetta er aðru ferð innan heilt stutta tíð, at ein jarðskjálvti rakar Lombok. Ólavsøkudag lótu 14 fólk lív undir einum øðrum jarðskjálvta, ið var máldur at vera 6.4 á Richterstiganum.
Á Bali hava fólk eisini merkt jarðskjálvtan. Fleiri miðlar boða frá ógvusligum ristingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald