Týsdagin 5. november letur nýggi langhylurin í Gundadali upp fyri almennari svimjing, og í hesum sambandi, verða allir hentleikarnar í Svimjihøllini ókeypis tær fyrstu dagarnar.
Tað er ókeypis atgongd til allar hentleikar í Svimjihøllini, eisini nýggja vælveruøkið, frá 5. november til 15. november, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Í vikuskiftinum frá fríggjadegnum 8. november til og við sunnudagin 10. november, verða vælveruøkið og langhylurin tó einans nýtt til svimjikapping, og tá er ókeypis tilboðið sostatt bert galdandi fyri eldra partin av svimjihøllini.
Allar vanligu reglurnar fyri Svimjihøllina eru galdandi hesar dagarnar. Hetta merkir millum annað, at øll skulu hava armband til skáp, og at í mesta lagi 200 fólk sleppa inn í høllina í senn.
Sí eisini: Myndir: Nýggi langhylurin hátíðarhildin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald