Tilfarið í hesari útgávuni av Frøði er fjølbroytt og tekur eisini fyri evni, sum áður ikki hava verið so ofta til viðgerðar í blaðnum.
Í góðum samsvari við burðardygga orkunýtslu gerst tað alt vanligari, at jarðhiti verður brúktur til at hita hús upp við. Tí eru seinastu tíggju árini nógvar jarðhitaboringar gjørdar kring um í landinum og tað gevur møguleikar fyri neyvari gransking. Í greinini Gloymda ella goymda grundvatnið lýsir Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur, hvussu fleiri av hesum boriholum kunnu geva eina fatan av, hvussu vatnið í føroysku undirgrundini ferðast. Umframt spurningin um varandi og reina vatnveiting er spurningurin um varandi orkuveiting úr grundvatni vorðin alsamt meira aktuellur, ikki minst eftir at jarðhitaboringar í Kollafirði rendu seg í nógv og heitt grundvatn.
Í eini grein um fyrstu koppsetingarnar í Føroyum roynir Rolf Guttesen at koma fram til, hvør ið fyrstur mundi koma við koppavaksinu til Føroya. Her verða nógv skjøl tikin fram, sum kunnu varpa ljós á málið. Í síni niðurstøðu heldur høvundurin, at Leerbech, Egholm og møguliga Jomfrú Hammershaimb saman við Löbner hava ført koppavaksinu til Føroya, áðrenn Poul P. Nolsöe kom við sínari í september 1805.
5. november í ár fyllir Landsbókasavnið 190 ár og er samstundis elsti almenni stovnur í Føroyum. Í hesum sambandi skrivar Vígdis Bjarnadóttir um tíðina, tá ið stig í kjalarvørrinum á upplýsingartíðini vórðu tikin til at stovna føroyskt landsbókasavn og hvussu tað spakuliga mentist til tann týðandi mentanarstovn, sum tað er í dag. Um fyrstu gerðabókina hjá Færø Amts Bibliothek frá 1831 dregur Sámal Tróndur F. Johansen fram ymist áhugavert um umstøðurnar hjá Føroya landsbókasavni tey fyrstu árini og hvussu bókasavnið hóast truplar umstøður og trong fíggjarkor so líðandi vaks og mentist.
Í tveimum greinum viðger Jákup Reinert Hansen føroyskar sálnaskráir frá tíðarskeiðinum 1759-1785. Hetta er í eini tíð, tá ið skúlagongd framvegis stórt sæð var heimalestur, og tí vóru hesar sálnaskráir eitt høvi hjá prestunum í landinum at tekna upp og fylgja við bæði lesiførleika og vanligum kunnleika um tað, sum kirkjan helt hava størstan týdning hjá børnum og ungum at duga. Sálnaskráirnar eru helst tann søguliga kelda, sum greiðast vísir, hvør dugur var í heimalestrinum í 18. øld.
Við teimum broytingum, sum eru hendar í Arktis í kjalarvørrinum á alheims upphiting og náttúrubroytingum, er áhugin fyri økinum kring Arktis munandi øktur seinastu árini. Jens Christian Svabo Justinussen viðger tær geopolitisku broytingar, sum liggja í hesum. Høvundurin roynir at geva eitt boð upp á, hvussu Føroyar í hesum viðfangi fáa ein nýggjan leiklut og týdning, sum tær ikki hava havt fyrr.
Eyðfinn Magnussen hevur grein um, tá ið rottan í 1914 varð slept í Kunoynna. Rottan, sum nú er í Føroyum, er brúna rottan, sum kom til Føroya á einum skipsvraki, ið rak á land í Hvalba í 1768. Eftir bara nøkur fá ár hevði rottan breitt seg til aðrar oyggjar eisini. Í Norðuroyggjar kom brúna rottan tó ikki fyrr enn 120 ár, eftir at hon fyrstu ferð var komin til Suðuroynna. Í greinini verður sagt frá royndum at týna rottuna aftur í Kunoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald