Mentan

Ókeypis konsert við svenskum slagverksbólki

Fleiri framførslur av nýggjum føroyskum og svenskum verkum verða at hoyra á konsertini hóskvøldið

2025-05-05 17:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ingesunds Slagverksensemble frá Musikhögskolan Ingesund í Svøríki vitjar í Havn, og fer at hava konsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið.

Áhoyrarnir kunnu gleða seg til eina konsert við nýggjum svenskum og føroyskum tónleiki – harumframt fleiri frumframførslur, sum tónasmiðir og lesandi úr hesum londunum báðum hava samstarvað um.

Á skránni eru eitt nú verk sum “Slá í ring” eftir Rúna K. Mouritsen og “In Chains” eftir Johan Bodin Eriksson. Harumframt verða spildurnýggj verk framførd, sum tónlistalesandi úr bæði Føroyum og Svøríki hava gjørt – m.a. “Dropar fyri tvey slagverk” eftir Helenu Sigurðsdóttir Lamhauge, umframt stuttar skitsur, sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Tórshavnar Musikkskúla hava skrivað.

Við í Ingesund Slagtøjsensemble eru næmingar frá Musikhögskolan Ingesund, sum er ein partur av Karlstad Universiteti. Útbúgvingin hevur síðani 1923 verið týdningarmikil miðdepil fyri tónleikaundirvísing í øllum Norðurlondum, og í dag koma lesandi úr øllum Svøríki – umframt í løtuni eisini úr Føroyum.

Konsertin 8. mai kl. 19 er ókeypis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder