Innanlands

Økir setast av til stovnar undir almannaverkinum

Tórshavnar kommuna ætlar at útvega Almannamálaráðnum eitt øki í Hoyvíkshaganum og eitt á Argjahamri

Argjahamar (Mynd: torshavn.fo)

Argjahamar (Mynd: torshavn.fo)

2023-03-23 10:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar kommuna er sinnað at leggja tvey øki í kommununi av til bygging av stovnum undir Almannamálaráðnum.

Mælt verður til at leggja tvey øki av – eitt við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum og eitt í útstykkingini, sum í løguni verður fyrireikað oman fyri Argjahamar.

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at Almannamálaráðið er í eini tilgongd at útvega bú- og umlættingarpláss til fólk við serligum tørvi. Talan er um at byggja stovnar, sum m.a. skulu hýsa fólki við autismu, sálarsjúku og menningartarni.

Ráðið hevur sent umsitingini umbøn um at leggja grundøki av til Almannamálaráðið at byggja vardar bústaðir og virknistilboð á. Hesar byggiætlanir verða eftir ætlan framdar tey næstu 10 til 15 árini.

Umsitingin mælir nú til at leggja tvey øki av til Almannamálaráðið, eitt við Stórutjørn og eitt i útstykkingini oman fyri Argjahamar.

Bæði byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin taka undir við málinum, sum kemur fyri á býráðsfundi seinnapartin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder