Innanlands

Øksarmálið: Dómarnir eru endaligir

Dómarnir hjá nevningatinginum verða ikki skotnir inn fyri hægri rætt og eru tí endaligir

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-04 08:27 Author image
Oda Strøm
placeholder

15. juni fall dómur í sokallaða "øksarmálinum", har tveir ungir menn vórðu dømdir fyri grovan harðskap eftir grein 246 í revsilógini á ein 38 ára gamlan mann.

Teir vórðu frífunnir av nevningatinginum fyri ákæruna um, at teir skulu hava framt morðroynd eftir grein 237 í revsilógini.

22 ára gamli maðurin fekk ein viðgerðardóm á psykiatriskari deild í óásetta tíð og kemur at sita dómin í Danmark. Tann 24 ára gamli maðurin fekk fýra ára fongsulstíð. 

Verjin hjá tí 22 ára gamla manninum boðaði frá beinanvegin, at hann góðtók viðgerðardómin, meðan verjin hjá tí 24 ára gamla manninum boðaði frá, at hann ynskti at hugsa seg um, áðrenn hann tók støðu til, hvørt hann fór at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

Freistin er nú farin, og tí er greitt, at dómarnir ikki verða skotnir inn fyri hægri rætt - og eru tí endaligir.

Sektarspurningurin kundi ikki roynast í hægri rætti, men revsingin kundi verið roynd í landsrættinum. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder