Innanlands

Økt virksemi á Demich eftir yvirtøku

Fyrsti roknskapur kunngjørdur síðan Magn yvirtók Demich

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2019-03-01 15:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pf. Demich hevur nú kunngjørt roknskapin fyri 2018, sum eisini er fyrsti roknskapur eftir at oljufelagið Magn keypti seg inn í felagið, ið annars tekst við sølu og uppsetan av hita- og ventilasjónsútgerð.

Og úrslitið vísir eitt stórt avlop í mun til árini frammanundan. Úrslitið fyri 2018 var yvir sjey milliónir krónur afturímóti einum úrsliti úr knapt tveimum upp í góðar tríggjar milliónir tey seks árini frammanundan.

Demich grundgevur ikki í ársfrágreiðing síni hvaðani økta virksemið stavar, men roknskapurin vísir eitt munandi økt virksemi eftir at Magn hevur yvirtikið felagið. Bruttovinningurin í 2018 var 26,8 milliónir krónur. Hetta er 10 milliónir meira enn árið frammanundan. Bruttovinningurin í felagnum hevur annars ligið millum 11 og 16 milliónir síðan 2006.

Økta virksemið í felagnum sæst eisini aftur í starvsfólkaútreiðslurnum, sum eru øktar við fýra milliónum í mun til árið fyri. Úrslitið fyri 2018 áðrenn skatt gjørdist 8,7 milliónir og eftir skatt 7,1 milliónir krónur

Roknskapurin er eisini merktur av, at føstu ognirnar hjá felagnum, bygningur og grundøki, eru uppskrivaðar úr 14 upp í 32 milliónir krónur, eins og felagið hevur eina skuld til atknýtt felag upp á 10 milliónir krónur.

Tað var í apríl mánaði í fjør, at oljufelagið Magn boðaði frá, at felagið hevði keypt meirilutan í Pf. Demich. Ætlanin hjá Magn var – umvegis Demich – at bjóða heildarloysnir til húsarhald, sum verða hitað upp við hitapumpu.

Men ein fyritreyt fyri hesum var, at Magn slapp inn á marknaðin at framleiða ravmagn við eitt nú vindmyllum. Einki ítøkiligt er hent í so máta síðan Demich varð yvirtikið.

Les eisini: Magn vil sleppa at kollvelta føroyska orkumarknaðin 

Tveir stjórar eru í Demich í løtuni. Ein av fyrrverandi eigarunum, Torbjørn Hansen, helt fram sum stjóri, nú saman við Róa Kalsø, sum kom frá Magn til Demich at vera stjóri.

Hendrik Egholm, stjóri í Magn og íslenska Skeljungi, er formaður í nevndini, sum harumframt er mannað av Finn Jakobsen og Jenc Christian Joensen.

Les eisini um roknskapin fyri 2017: Eigararnir taka 12 mió. úr felagnum áðrenn Magn tekur yvir 

 

Gevið gætur!
Vit skrivaðu eina grein um roknskapin hjá Demich í gjár, sum varð tikin av síðuni aftur eftir nøkrum tímum, tí at niðurstøðurnar vóru skeivar. Henda greinin er ein rætting av teirri greinini. -ingis

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder